- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú koma fyrstu málini í tingið

Seinnapartin fríggjadagin koma fyrstu málini í løgtingið.
Tingfundur er kl.13.00 tann dagin, og framløga er á skránni.
Í hvussu so er tvey uppskot eru á veg úr landsstýrinum.
Annað er um at leingja tíðarskeiðið, har fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur, tá ið tey keypa nýggjan elbil.
Afturvirkandi gildi
Ætlanin er, at tað skal vera afturvirkandi til 1.januar í ár, tá gamla lógin fór úr gildi.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at uppskotið er ikki neyvt tað sama, sum undanfarna samgonga kom við.
Hvørjar broytingar eru, vil hann ikki siga nú.
Hitt er uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.Tað verður sama uppskot, sum undanfarna landsstýri kom við í løgtingið.