Ógvusligt loftálop á Ukraina

bannari
Ógvusligt loftálop á Ukraina
Oleksij Arestovytj, sum er ráðgevi hjá forsetaskrivsstovuni í Ukraina, skrivar á Facebook, at fleiri enn 100 rakettir hava havt kós móti Ukraina í fleiri bylgjum.
Kyiv í Ukraina tann 29. desember.
Mynd: Ukrainian Presidential Office/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.12.2022 - 10:12

Russland hevur í morgun framt álop við robott-rakettum móti fleiri økjum í Ukraina. 

Oleksij Arestovytj, sum er ráðgevi hjá forsetaskrivsstovuni í Ukraina, skrivar á Facebook, at meira enn 100 robott-rakettir eru skotnir í fleiri bylgjum. 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, sigur við The Guardian, at streymurin er farin í umleið 40% av býnum eftir umfatandi loftálopið. 

Boðað verður frá spreingingum í m.a. Kyiv, Kharkiv, Odessa og Zhytomyr-landspørtunum.

Fleiri spreingingar hoyrdust eisini í Lviv har vesturi í Ukraina, sigur borgarstjórin.

Myndugleikar í fleiri landspørtum siga, at ukrainska verjan hevur skotið niður fleiri av robottunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017