Læna pengar hóast tiðirnar eru ringar

Læna pengar hóast tiðirnar eru ringar
Útlánsvøksturin góða hálva milliard
Útlánsvøksturin.
Mynd: Landsbankin.  
 
25.12.2022 - 10:37

Føroyingar eru ikki givnar at læna pengar, hóast fíggjarliga støðan er versnað í landinum.

Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum var 2,9 prosent í oktober, siga tølini hjá Landsbankanum.

Hann var 2,7 prosent, tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir eru taldir við. 

Útlánini hjá føroysku peningastovunum vuksu frá oktober 2021 til oktober 2022 meira enn hálva milliard,  530 mió. kr. 

Eisini lántøkan í donsku realkredittstovnunum er vaksin hetta seinasta árið.

Men vøksturin í útlánum hjá realkredittstovnum til viðskiftafólk í Føroyum var ikki eins stórur og hann hevur verið seinastu trý árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657