Polarstjørnan liggur framvegis á liðini

Polarstjørnan liggur framvegis á liðini
Línuskipið legði seg á liðina á bedingsvogninum, tá skipið skuldi hálast upp á Klaksvíkar Sleipistøð
 
30.01.2025 - 18:34

Tað eru nú seks vikur síðan línuskipið Polarstjørnan koppaði, tá tað skuldi takast upp á bedingina hjá Klaksvíkar Sleipistøð.

Hetta var 19. desember. Kavarar kundu tá staðfesta, at skipið ikki hevði fingið skaða, og jólaaftan segði Frimodt Joensen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, við Kringvarpið, at ein ætlan var gjørd um, hvussu skipið skuldi fáast av aftur. 

Men Polarstjørnan stendur - ella liggur - framvegis á sama stað.

Frimodt Joensen hevur onki at siga um málið beint nú, og Hanus Hansen, reiðari, hevur heldur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar um, hví Polarstjørnan nú hevur ligið koppað á sleipistøðini í seks vikur.

- Hetta er sjálvandi ein keðilig støða, ikki minst hjá manningini, sum ikki fær fulla inntøku, tá skipið ikki er til fiskiskap, sigur Hanus Hansen í stuttari viðmerking.

Manningin á Polarstjørnuni telur 14-15 mans.

Frimodt Joensen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, segði við Kringvarpið 6. januar, at málið sjálvandi er at fáa skipið á rættkjøl aftur so skjótt sum tilber, men áðrenn arbeiðið kann byrja skulu allir partar, sum eru uppi í málinum, tað vil siga sleipistøðin sjálv, reiðaríið og tryggingin, vera samdir um ætlanina.

Línuskipið Polarstjørnan hevur fiskiloyvi til 68 fiskidagar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV