Messerschmidt fríkendur fyri svik

Messerschmidt fríkendur fyri svik
Formaðurin í Danska fólkaflokkinum var ákærdur fyri m.a. at hava brúkt 100.000 kr. úr kassanum hjá ES
Morten Messerschmidt er fegin um dómin í rættinum á Frederiksberg.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.12.2022 - 13:55

Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, er fríkendur fyri svik og skjalafalsan.

Tað avgjørdi rætturin á Frederiksberg í morgun.

Danski politikarin var ákærdur fyri skjalafalsan og fyri at hava brúkt 100.000 krónur úr kassanum hjá ES til eina ráðstevnu hjá Danska fólkaflokkinum í 2015. 

Tað var ein fegin Morten Messerschmidt, sum danskir miðlar fingu orðið á, eftir hann var fríkendur: 

 

Messerschmidt

 

Ákæruvaldið hevur møguleika at skjóta dómin inn fyri landsrættin, men støða er ikki tikin til tað enn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946