- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anna & arvurin í sjónvarpinum í kvøld
Valstríðið hjá 26 ára gomlu Onnu Falkenberg byrjaði longu fleiri mánaðir, áðrenn fólkatingsvalið varð útskrivað. Tá kunngjørdu hon og abbin, Edmund Joensen, í felagsskrivi, at abbin gevst í politikki og at abbadóttirin ætlar sær at yvirtaka fólkatingssessin hjá abbanum.
Fá vóru tey, sum góvu Onnu Falkenberg, ið var í starvi sum ráðgevi hjá abbanum á Christiansborg, ein líkinda møguleika at vinna sessin hjá abbanum.
Frá 38 til 2971 atkvøður
Gaman í, so hevði Anna Falkenberg verið virkin í Unga sambandinum, og hon stillaði eisini upp til løgtingsvalini í 2015 og 2019, tá hon fekk ávikavist 38 og 167 persónligar atkvøður.
Men eingin, heldur ikki Jóannes Hansen, valserfrøðingur, hevði sæð fyri sær, at Anna Falkenberg fór at fáa 2971 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið 31. oktober og koma flúgvandi inn á fólkating fyri Sambandsflokkin.
Í sendingini fylgja vit Onnu Falkenberg frá einum seinastu arbeiðsdøgunum sum ráðgevi fyri abban á Christiansborg til valkvøldið, tá úrslitið er greitt og sessurin fer í arv.
Finnur Koba hevur lagt til rættis, og Hans Petur Hansen hevur filmað og klipt.
Sí ein brellbita fyri sendingini her:
Hvat: Anna & arvurin
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: í kvøld kl. 19.25