H71 fær spanska mótstøðu í áttandapartsfinaluni

H71 fær spanska mótstøðu í áttandapartsfinaluni
Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ímóti spanska liðnum Atletico Guardés í áttandapartsfinaluni í European Cup
Áttandapartsfinalurnar verða spældar millum 7. og 15. januar
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
13.12.2022 - 10:40

Mótstøðuliðið hjá H71 í áttandapartsfinalunum í European Cup verður Atletico Guardés úr Spania, skrivar HSF.

Sambært Hondbóltssambandinum er talan um eitt sterkt lið, sum í nógv ár hevur kappast í toppinum í bestu sponsku deildini. Í 2017 vann Atletico Guardés meistaraheitið.

Liðið er úr býnum A Guarda, sum liggur í landslutinum Galisia við vesturstrondina í Spania.

Heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7.-15. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109