Samgongumøguleikar: Høgni bilsin av Framsókn

bannari
Samgongumøguleikar: Høgni bilsin av Framsókn
Formaðurin Tjóðveldi sigur, at hann minnist onga ósemju við Framsókn yvirhøvur. Ruth Vang sigur, at Framsókn vil sleppa av við blokkpolitikkin
Høgni Hoydal og Tjóðveldi eru ikki fyrsta valið hjá Framsókn, sum heldur vil hava samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 13:15

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er bilsin av forkvinnuni í Framsókn, sum í fyrstu syftu vil hava eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Formaðurin í Tjóðveldi sigur, at Tjóðveldi hevur samstarvað væl við Framsókn, m.a. í tjóðskaparmálum, og Høgni Hoydal sigur seg ikki minnast nakra ósemju við Framsókn yvirhøvur. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

 

Ruth Vang sigur, at tað tænir Føroyum at upploysa politisku blokkarnar, sum hon tekur til, og sum hava verið í fleiri valskeið.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Ruth Vang:

 

12122022_Ruth_Vang_til_net

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, tá hann hevði verið hjá løgtingsformanninum í morgun.

 

Tjóðveldi vil fyrst og fremst hava eina samgongu millum flokkarnar, sum hava verið í andstøðu seinasta valskeið, t.e. Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal:

 

12122022_Hogni_til_net

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017