Veljarakanning: Andstøðan fær meirilutan

bannari
Veljarakanning: Andstøðan fær meirilutan
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hava sitið í andstøðu hetta valskeiðið, fáa meirilutan, vísir veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið
Nýggja veljarakanningin vísir, at andstøðan fær meirilutan eftir valið hósdagin
 
06.12.2022 - 18:01

Nýggja veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, gevur andstøðuflokkunum meirilutan í løgtinginum.  

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fáa tilsamans 18 tinglimir, meðan samgonguflokkarnir fáa 15.

Tískil er lagt upp til, at andstøðan tekur við valdinum eftir valið hósdagin.

Men so einfaldur er politikkur ikki. 


Framsókn sær út til at fáa ein lyklaleiklut eftir løgtingsvalið hósdagin / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

BCF spøkir

Leingi hevur verið tutlað um, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru áhugaðir at fara í samgongu saman. 

Hetta ber eisini, sambært nýggju veljarakanningini. Saman við Framsókn hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin 17 tingfólk. 

Lagt er tískil upp til eitt sera spennandi val og samgongusamráðingar eftir valið, har Framsókn fær ein lyklaleiklut. 

 

>>Sí eisini: "Veljarakanning: Fólkaflokkurin hevur fótað sær"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878