Auditorium í gamla svimjihylinum í Vági

Auditorium í gamla svimjihylinum í Vági
700.000 kr. eru settar av til endamálið í fíggjarætlanini fyri næsta ár
Auditorium verður í gamla svimjihylinum í Vági.
Mynd: Vágs kommuna  
 
05.12.2022 - 08:26

Gamli svimjihylurin í Vágs skúla skal nú umbyggjast, so hann í framtíðini verður auditorium.

Vágs kommuna hevur í fyrsta umfarið sett 700.000 krónur av til endamálið í fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Verandi skúlaaula er frá 1979, tá ið skúlin var gjørdur, men hon er vorðin alt ov lítil, tí har eru bara 60 sitipláss. Í skúlanum ganga 230 børn, og har eru umleið 30 lærarar.

Næmingatalið stendur í vøkstri, og við skúlaársbyrjan í 2024 fer skúlin at hava brúk fyri fleiri skúlastovum, nú tað verða fleiri tvísporaðir flokkar.

Vágs kommuna sigur á heimasíðu síni, at gerast skal ein langtíðarætlan fyri skúlan og dagføringar, ið neyðugt verður at gera næstu árini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944