- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71-kvinnurnar hava enn kjans
Kvinnurnar hjá H71 taptu í gjárkvøldið í høllini á Hálsi í Havn fyrra EHF Europa Cup-dystin ímóti tjekkiska Slavia Prag við tveimum málum, 27-29.
Tað leikaði javnt á at byrja við og liðini fylgdust upp til 8-8, men so hevði Slavia Prag munin og var á odda við tveimum málum í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki vóru onkra løtu fýra mál á muni, men miðskeiðis í hálvleikinum stóð á jøvnum, bæði 23-23 og 24-24, men ímóti endanum royndist tjekkiska liðið stinnari.
Bestu málskjúttar hjá H71 vóru Jana Mittún við seks málum og Guðrið á Borg við fýra, og Alda av Skarði hevði málinum eitt bjargingarprosent upp á 41.
Seinni dysturin millum H71 og Slavia Prag verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan sjey, og hevur H71 tá møguleikan at venda støðuni, um tað eydnast at vinna við minst trimum málum.