Fuglafjørður: Fíggjarætlanin minkar næsta ár

Fuglafjørður: Fíggjarætlanin minkar næsta ár
Íløgukarmurin verður 18,3 milliónir. kr. Í ár er hann 33,4 milliónir
Fuglafjarðar kommuna væntar at koma niður um ein álíkning í skuld í 2023.
 
02.12.2022 - 12:53

Fíggarætlanin hjá Fuglafirði er minni næsta ár enn hon er í ár.

Hon javnvigar við 135 millíonum. Í ár er hon 141,4 milliónir.

Færri milliónir fara til íløgur næsta ár. Íløgukarmurin komandi ár er 18,3 mió.kr. brutto. Karmurin í 2022 er 33,4 mió.kr. 

Størsta íløgan er í heilsudepilin.

 

Raksturin 78 mió. kr. 

Raksturin næsta ár er mettur at kosta 77,9 mió.kr. netto, sjey milliónir meira enn í ár.

6,9 milliónir eru avsettat til avdráttir. Renturnar eru 3,1 mió.kr.

Avlopið í fíggjarætlanini fyri 2023 er 338.000 kr.

Av tí at skattainntøkurnar í 2022 eru 14 mió. kr. størri enn mett í fíggjarætlanini, væntar kommunan at vera komin undir eina álíkning í skuld í 2023.

Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Fuglafjarðar kommunu vera óbroytt, 21,25 prosent, og 7.500 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859