USA bannar innflutningi av samskiftistøkni úr Kina

USA bannar innflutningi av samskiftistøkni úr Kina
Fimm fyritøkur eru skuldsettar fyri at deila brúkaradátur við kinesiskar myndugleikar
Huawei er ein av kinesisku fyritøkunum, sum er rakt av kinesiska banninum.
 
29.11.2022 - 08:24

Amerikanska stjórnin hevur bannað sølu og innflutningi av telesamskiftiseindum frá fimm kinesiskum tøknifyritøkum, ein teirra er Huawei.

Hetta er gjørt fyri at verja trygdina hjá tjóðini.

Tær fimm fyritøkurnar eru skuldsettar fyri at deila brúkaradátur við kinesiskar myndugleikar.

Leiðslan í amerikanska fjarskiftisstovninum FCC samtykti bannið einmælt fríggjadagin.

Umframt Huawei, er talan um feløgini ZTE, Hik-vision, Dahua og Hytera.

Telefyritøkurnar hava allar mótmælt banninum og siga seg onga ávirkan hava á tjóðartrygdina í USA, og at hetta fer at skaða brúkaran.

Fyritøkurnar eru skuldsettar fyri at lata stjórnini í Beijing dátur.

 

Ikki afturvirkandi gildi

Bannið hevur ikki afturvirkandi gildi, og tí kunnu fyritøkurnar framhaldandi selja vørur, sum longu eru góðkendar í landinum.

Óttin fyri kinesiskari tøkni er ikki nýggjur, og lond í Vesturheiminum hava tikið ymisk stig fyri at avmarka nýtsluna. 

Men bann sum hetta, er eindømi í USA, skrivar BBC.

Av dátutrygdarávum hevur USA bannað Huawei at seta upp 5G-net. 

Fleiri onnur lond hava gjørt tað sama, eitt nú Svøríki, Danmark og Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371