Svøríki vil ikki hækka prísin á snúsi

Svøríki vil ikki hækka prísin á snúsi
ES ætlar at dagføra skattin á tubbaki, m.a. á snúsi, men svenski ES-nevndarlimurin er ímóti
ES ætlar, at snús eisini skal roknast sum tubbaksvøra.
 
28.11.2022 - 08:58

Sviar eru stórbrúkarar av snúsi, og svenski ES-nevndarlimurin, Ylva Johansson, sigur, at Svøríki undir ongum umstøðum fer at taka undir við uppskotinum frá ES-nevndini um at tvífalda prísin á snúsi.

Svenska Aftonbladet avdúkaði leygardagin eitt loyniligt uppskot um nýggjar reglur um skatt á tubbak, har snús verður roknað sum aðrar tubbaksvørur.

Skattapakkin, sum italski nevndarlimurin, Paolo Genitioni, er komin við, skuldi eftir ætlan setast í gildi í desember.

Hetta er dagføring av gamla tubbaksskattinum, sum fevnir um nýggjar vørur, sum ikki vóru til fyrr, eitt nú e-sigarettir, tubbak sum verður hitað upp, men ikki brennist, og nikotinvørur við ongum tubbaki, og so snús, skrivar NTB. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878