Færri stilla upp hesa ferð

bannari
Færri stilla upp hesa ferð
Síðani vit fingu eitt valdømi, hevur talið á valevnum verið støðugt, millum 168 og 179
Færri valevni verða á atkvøðuseðlinum til løgtingsvalið hesa ferð enn í 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.11.2022 - 09:49

Færri valevni stilla upp til løgtingsvalið hesa ferð enn á valinum í 2019. 

169 valevni stilla upp til løgtingsvalið 8. desember. Í 2019 stillaðu 179 valevni upp, vísir eitt yvirlit hjá valúrslit.fo 

Á løgtingsvalinum hesa ferð stilla sjey flokkar upp. Níggju flokkar stillaðu upp í 2019. Hvørki Føroyaflokkurin ella Framtakið  fyri rættinum at velja kannabis – stilla upp hesa ferð.

Síðani Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi í 2008, hevur talið á valevnum verið støðugt, og tað hevur verið millum 168 og 179.

Javnaðarflokkurin hevur flest valevni, tilsamans 36. Miðflokkurin hevur fæst valevni, tilsamans 14.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946