Vil hava ST at steðga álopum á infrakervið

bannari
Vil hava ST at steðga álopum á infrakervið
ST-trygdarráðið var kallað saman í skundi í gjár eftir ógvuslig russisk álop á Kyiv
Soleiðis sá út í útriðuni av ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv í gjár eftir russisk álop.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.11.2022 - 08:19

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, vil hava ST at steðga russisku alopunum á infrakervið í Ukraina, tí álopini hava eittans endamál, og tað er at gera tað óliviligt í landinum, skrivar Ritzau.

Tað segði forsetin í eini røðu fyri trygdarráðnum hjá ST, sum var kallað saman í skundi, eftir ógvuslig russisk álop í gjár.

Russland skeyt rakettir inn í høvuðsstaðin, Kyiv. Fýra fólk lógu eftirá, og álopini høvdu eisini við sær, at næstan eingin í høvuðstaðnum longur hevur atgongd til el og vatn.

 

Eigur at missa vetorættin

Forsetin segði røðuni, at ukrainar vænta ógvuslig tiltøk frá heimsins londum eftir tað, sum hendi í gjár.

Zelenskyj mælti eisini til, at Russland, sum hevur vetorætt í trygdarráðnum, skal ikki sleppa at atkvøða um mál. sum hava við framferðina hjá Russlandi at gera í Ukraina.

Russiski ST-sendiharrin, Vasilij Nebenzia, vísti øllum ákærum frá Ukraina og londunum í vesturheiminum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977