Norska alivinnan skal rinda meiri í skatti

Norska alivinnan skal rinda meiri í skatti
Ætlanin hevur longu havt við sær, at fleiri alifeløg hava gjørt av at siga nógvum úr starvi
Alivinnan hevur ráð at gjalda, tí hon tók sær 7,2 milliardir kr. í vinningsbýti í fjør, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisraðharri.
 
18.11.2022 - 08:38

Í dag fara norski fíggjarmálaráðharrin og fiskimálaráðharrin at hava fund um ætlaða skattin, sum skal leggjast á norsku vinnuna, eitt nú alivinnuna, frá 1. januar.

Tað segði Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, í einum spurnatíma í stórtinginum fyrr í vikuni.

Tað var fyrrverandi forsætisráðharrin Erna Solberg, sum spurdi.

Norska stjórnin arbeiðir við eini ætlan um grundrentuskatt fyri alivinnuna.

 

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri.

 

Nógv eru uppsøgd

Ætlanin hevur longu havt við sær, at fleiri alifeløg hava gjørt av at siga nógvum úr starvi, tí tað letur seg ikki gera at reka vinnuna, um skatturin verður veruleiki.

Og fleiri feløg hava eisini boðað frá, at ætlaðar íløgur eru útsettar ella avlýstar. Ætlanin fer serliga at raka alivirkir kring landið, og nógv hava einki arbeiði á nýggjárinum.

Jonas Gahr Støre, segði, at uppskotið er til hoyringar, og at stjórnin samskiftir við vinnuna. Men hann vildi ikki lova, at nakrar broytingar verða gjørdar í uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fyri stórtingið.

 

Stórt avlop

Hann sigur, at størstu alifeløgini høvdu 18 milliardir kr. í avlopi í fjør, og eigararnir tókur sær vinningsbýti, sum var 7,2 milliardir kr. 

Tí er ikki meir enn rímiligt, at alivinnan rindar meir í skatti, segði Jonas Gahr Støre, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497