- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bæði herðandi og linnandi umstøður í hashdómi
Tað vóru bæði herðandi og linnandi umstøður, tá ein 43 ára gamal maður í Føroya rætti tann 9.november fekk treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri at royna at smugla 15,7 kilo av hashi til Føroya og selja tað her.
Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.
Maðurin játtaði seg sekan. Hann tók við dóminum.
(Savnsmynd)
Er dani og áður dømdur
Tað var herðandi, at maðurin, sum er dani, í 2017 fekk fimm ár í rættinum í Kolding fyri at bróta rúsevnislógina.
Hann var royndarleyslatin í 2019.
Tað er linnandi, sigur Føroya rættur, at sambært manninum sjálvum fekk hann ikki at vita fyrr hann var um borð á Norrønu á veg til Føroya, at hash var í bilinum hjá honum.
Maðurin kom við Norrønu 10.oktober.
(Savnsmynd)
Tveir føroyingar eisini tiknir
Sambært ákæruritinum hevði maðurin samband við fólk í Danmark og í Føroyum um hashið.
Løgreglan í Føroyum hevur tikið tveir føroyingar í sambandi við málið.
Føroya rættur avgjørdi eisini, at hald skal leggjast á hashið og bilin hjá manninum.