Fimta løgtingsvalið í ótíð

bannari
Fimta løgtingsvalið í ótíð
Fyrstu ferð, vit høvdu løgtingsval í ótíð, var í 1980, tá samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin slitnaði upp á millumlandasiglingina
Vit skulu aftur til valborðið. Løgtingsval verður 8. desember, og tað er fimtu ferð, at løgtingsval verður í ótíð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.11.2022 - 08:07

Føroyingar skulu fyri fimtu ferð á løgtingsval í ótíð, vísir yvirlit hjá hagtalsbankanum, Valúrslit. 

Val í ótíð merkir, at løgtingsval er útskrivað fyri tíð.

Fyrstu ferð, vit høvdu løgtingsval í ótíð, var í 1980. Tá slitnaði stóra samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkkin. 

Hon hevði tá sitið í seks ár tilsamans. Ósemjan snúði seg um millumlandasiglingina hjá Smyrli.

 

Til fánýtis at halda fram

Tann 24. september 1980 skrivaði Dagblaðið, málgagnið hjá Fólkaflokkinum, at “allar royndir at fáa verandi samgongu at halda fram, eru til fánýtis”.

 10 ár seinni, í 1990, var aftur løgtingsval útskrivað í ótíð, og hesa øldina hava trý løgtingsval verið útskrivað fyri tíð.

Í Føroyum hava hava vit havt løgtingsval í ótíð í: 


1980
1990
2004
2011
2022

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791