Samráðast við Lærarafelagið og Akademikarafelagið

Samráðast við Lærarafelagið og Akademikarafelagið
Fíggjarmálaráðið hevur avgreitt samráðingarnar við felagið fyri Yngri læknar, sum fór úr gildi í 2020
Lærarafelagið hevur samráðst við Fíggjarmálaráðið síðani 20. oktober. Her sæst samráðingarnevndin á veg í Tinganes til fyrsta fundin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2022 - 12:10

Lønardeildin í fíggjarmálaráðnum er í løtuni í samráðingum við Føroya Lærarafelag og Akademikarafelagið um nýggjan sáttmála, sum fór úr gildi 1. oktober.

Lærarafelagið og lønardeildin hittust fyrstu ferð 20. oktober.

Samráðingarnar við tey bæði feløgini ganga sína gongd, og einki nýtt er at frætta enn, sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur avgreitt samráðingarnar við felagið fyri Yngri læknar. Tann sáttmálin fór úr gildi í 2020.

Yngru læknarnir fingu somu lønarhækking, sum aðrir lønarbólkar fingu fyri tað tíðarskeiðið, sigur Jan Mortensen.

 

Samráðingarfólkini í Fíggjarmálaráðnum hava avgreitt sáttmálan við Yngri læknar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fingu átta prosent

Í mai gjørdu arbeiðarafeløgini tvey ára sáttmála við arbeiðsgevararnar. Arbeiðarafeløgini fingu eina lønarhækking, sum var umleið átta prosent, og sum var størsta lønarhækkingin í 20 ár, var upplýst, tá partarnir skrivaðu undir.

Í summar gjørdi Arbeiðsgevarafelagið eisini sáttmála við Maskinmeistarafelagið, og tann sáttmálin var á sama stigi-  Og í heyst gjørdi Arbeiðsgevarafelagið eisini sáttmála við handverkarafeløgini, sum var á sama stigi.

Um tað eisini verður galdandi fyri almenna arbeiðsmarknaðin, vil Jan Mortensen, ikki gera viðmerkingar til, tí samráðingarnar við feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum byrjaðu fyri kortum, og lønarspurningurin er ikki umrøddur enn, sigur hann.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681