Enn ein føroyskur landsliðsspælari raktur av hondbóltshúsagangi

Enn ein føroyskur landsliðsspælari raktur av hondbóltshúsagangi
Randers HK, har føroyski landsliðsspælarin Pernille Brandenborg spælir, fer í næstum at biða um at sleppa í sjálvbodna likvidatión. Hetta hevur niðurflyting við sær
Strikuspælarin á føroyska landsliðnum verður nú rakt av húsagangi hjá Randers HK
Mynd: HSF  
 
07.11.2022 - 14:54

Enn ein føroyskur landsliðsspælari í hondbólti verður nú raktur av donskum hondbóltshúsagangi. 

Randers HK, har føroyski strikuspælarin, Pernille Brandenborg, spælir, fer í næstum at biðja um at sleppa í sjálvbodna likvidatión, skrivar TV2 Sport.

Hetta hevur niðurflyting úr bestu deildini í triðbestu deildina við sær.

 - Vit mugu viðganga, at vit ikki hava megna at fáa fíggjarliga stuðulin, sum krevst fyri at reka eitt yrkishondbóltsfelag, sigur formaðurin í Randers HK, Henrik Schaar við TV2 Sport.

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Rander HK hava spælt átta dystir í landskappingini í ár og liggja nummar 12 av 14 liðum í bestu deildini. 

Danska hondbóltssambandið sigur sambært TV2 Sport, at úrslitini hjá liðnum verða strikað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109