Mette var toppskorari

bannari
Mette var toppskorari
Forsætisráðharrin fekk 60.837 atkvøður á fólkatingsvalinum týsdagin. Samráðingar um nýggja stjórn byrja í morgin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fekk flestar atkvøður á fólkatingsvalinum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.11.2022 - 09:04

Tað vóru kendir politikarar, sum fingu flestar atkvøður á fólkatingsvalinum týsdagin.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fekk nógv flestar, tilsamans 60.837 atkvøður.

Henni á baki kom Inger Støjberg úr Danmarksdemokratunum, sum fekk 47.211 atkvøður, og síðani Lars Løkke Rasmusen í Moderaterne, sum fekk 38.439 atkvøður.

Tað vísti fínteljingin, sum var í gjár.

Bæði Inger Støjberg og Lars Løkke Rasmussen eru fyrrverandi tinglimir hjá Vinstraflokkinum, og bæði stovnaðu nýggjan flokk í summar.

 

Inger Støjberg fekk 47.211 atkvøður.

 

Lars Løkke Rasmussen fekk triðflestar atkvøður, 38.439.

 

Samráðingar byrja í morgin 

Mette Frederiksen boðaði í gjár frá, at samráðingarnar um nýggja stjórn byrja í morgin.

Hon ætlar at tosa við flokkarnar eftir stødd, og fyrstur á skránni verður Vinstri, sum er næststørsti flokkur.

Mette Frederiksen fer at tosa við teir 12 flokkarnar, sum hava umboð í fólkatinginum, og við umboðini úr Føroyum og Grønlandi.

Mette Frederiksen fær undirtøku frá trimum av teimum fýra umboðunum úr Føroyum og Grønlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791