Putin: Vesturheimurin ger kríggið í Ukraina verri

Putin: Vesturheimurin ger kríggið í Ukraina verri
Russiski forsetin sigur, at Russland er ikki fíggindi hjá vesturheiminum, og partarnir mugu einaferð aftur tosa saman
Eygleiðarar siga ongan iva vera um, at Vladimir Putin vil hava, at Russland hevur ávirkan á viðurskiftini í grannalondunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.10.2022 - 09:23

- Vesturheimurin ger kríggið í Ukraina verri, tí spælið er vandamikið, skitið og blóðugt.

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, tá hann helt røðu í gjárkvøldið, og síðani svaraði spurningum í hugsanarbankanum Valdai í Moskva.

Putin fanst at heimsskipanini, sum hevur verið og boðaði frá eini nýggjari heimsskipan, sum kemur.

Hann segði eisini, at Ukraina er eitt samansett land.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ikki fíggindi

Hóast nógvar atfinningar, so nevndi Vladimir Putin kortini, at Russland ikki er fíggindi hjá vesturheiminum, og at partarnir einaferð aftur mugu tosa saman.

- Eg kenni meg sannførdan um, at hóast heimurin verður býttur sundur av nýggjum, so verður neyðugt hjá vesturheiminum at tosa við okkum um okkara felags framtíð, tess fyrr, tess betri, segði hann.

Eygleiðarar siga ongan iva vera um, at Vladimir Putin vil hava, at Russland hevur ávirkan á viðurskiftini í grannalondunum. Ikki at Russland beinleiðis skal hava valdið, men at Russland skal vera við til at avgera framtíðina hjá londunum.

Og hann duldi heldur ikki fyri, at grannalondini hava týdning fyri Moskva.

 

Vil eisini stýra

Og eingin ivi er um, at Putin vil hava, at Moskva verður ein miðdepil í heiminum, so tað ikki bert er vesturheimurin, sum skal stýra øllum.

Vladimir Putin vil gera enda á skipanini, sum hevur verið galdandi, síðani kalda kríggið endaði, og vil hava størri ávirkan á viðurskiftini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114