- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frávera í fólkaskúlanum verður granskingarevni
Frávera í fólkaskúlanum verður granskingarevni
Alt fleiri børn og ung hava nógva skúlafráveru ella megna als ikki at fara í skúla
28.10.2022 - 13:41
Nám fer í næstum at granska í, hvussu vit kunnu minka um skúlafráveruna í fólkaskúlanum.
Eins og í londunum kring okkum tykist talið á børnum og ungum, sum antin hava nógva skúlafráveru, ella als ikki megna at fara í skúla, vera alsamt vaksandi.
Tøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at í skúlaárunum 2018-2019 og 2019-2020 fingu 40 næmingar heima- og sjúkraundirvísing.
Í skúlaárunum 2019-2020 og 2020-2021 vóru teir 52 í tali. Taka vit tey við, sum fáa sertilboð, eru tølini nógv størri.
Tóra Petersen er trivnaðarráðgevi fyri fólkaskúlan og starvast hjá Námi:
28102022_Tora_um_skulafraveru
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV