Nýggja stjórnin vann atkvøðugreiðslu um misálit

Nýggja stjórnin vann atkvøðugreiðslu um misálit
Giorgia Meloni, forsætisráðharri, sigur, at Italia tekur undir við tiltøkunum, sum eru sett í verk móti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina
Í fyrstu røðu síni fyri tjóðartinginum segði Giorgia Meloni, forsætisráðharri, at Italia stuðlar Ukraina, og at landið tekur undir við tiltøkunum, sum eru sett í verk móti Russlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.10.2022 - 09:16

Nýggja stjórnin í Italia stóð seg væl í eini misálitisatkvøðugreiðslu í undirhúsinum í gjárkvøldið.

235 limir atkvøddu fyri stjórnini hjá Giorgiu Meloni, meðan 154 atkvøddu ímóti stjórnini.

Hennara egni flokkur og flokkar, sum hon samstarvar við, hava meiriluta í undirhúsinum.

 

Tá avtornaði fekk stjórnin hjá Meloni stuðul frá 235 tinglimum í undirhúsinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stuðlar Ukraina

Í gjár helt Meloni sína fyrstu røðu í tjóðartinginum, har hon segði, at Italia framvegis fer at stuðla Ukraina, og landið tekur eisini undir við teimum tiltøkum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi.

Leiðararnir fyri flokkarnar, sum Meloni samstarvar við, fyrrverandi innanríkisráðharrin, Matteo Salvini fyri flokkin Lega, og fyrrverandi forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi úr Forza Italia, hava báðir havt góð viðurskifti við Putin, forseta, skrivar Reuters.

Roknað verður við, at ein misálitisálitiskvøðugreiðsla ímóti italsku stjórnini verður í senatinum í dag, men samgongan hevur eisini meirilutan í senatinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114