Samráðingarnar so smátt byrjaðar

Samráðingarnar so smátt byrjaðar
Í morgin fer Heilsurøktarafelagið á fund við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Bingerð H. Fosságil er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.
 
25.10.2022 - 11:17

Samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru so smátt byrjaðar.

20. oktober handaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið síni krøv, og í morgin fer Heilsurøktarafelagið á fund við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Og í næstum verður fundur millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Í hesum umfari skal Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava fund við umleið 11 feløg, sum eru á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Stór feløg sum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Pedagogfelagið hava sáttmála, sum gongur út ávikavist í januar og í apríl næsta ár.

 

Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið handaðu síni krøv 20. oktober. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946