- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera skjótt av at velja nýggjan forsætisráðharra

Serliga 1922-nevndin, sum skal skipa fyri, at nýggjur forsætisráðharri verður valdur í Bretlandi eftir Liz Truss, sum legði frá sær í gjár, hevur boðað frá, at ætlanin er at bera skjótt at.
Tey, sum ætla stilla upp, skulu í seinasta lagi mánadagin boða frá, at tey hava undirtøku frá minst 100 parlamentslimum.
Tí verða tað bert fá, sum kunnu stilla upp, og eftir talinum av parlamentslimum verða tað bert trý.
Tá val var um forsætisráðharra í summar, stillaðu 11 fólk upp.
Um bert ein hevur yvir 100 parlamentslimir í sínum parti, er viðkomandi valdur, og um talan verður um tvey ella trý, so verður val ímillum tey.
So verður atkvøtt á teldu, og úrslitið skal vera greitt hósdagin, hevur serliga 1922-nevndin gjørt av.
Nevndin hevur stórt vald í Konservativa flokkinum, skriva bretskir miðlar.