60 valevni til fólkatingsvalið

60 valevni til fólkatingsvalið
18 valevni bjóða seg fram til fólkatingsval á fyrsta sinni
Valplakatirnar seta eisini dám á valstríðið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2022 - 08:17

60 valevni stilla upp til fólkatingsvalið hesa ferð.

18 av teimum bjóða seg fram til fólkatingsval á fyrsta sinni, sum svarar til ein lítlan triðing av øllum valevnunum.

Tað skrivar Valúrslit.fo, sum er hagtalsbanki við søguligum føroyskum valúrslitum og hagtølum um val.

Býtið í flokkunum er soleiðis:

Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava seks valevni, ið ikki hava stillað upp til fólkatingsval áður, Javnaðarflokkurin hevur fýra valevni, ið ikki hava stillað upp til fólkatingsval áður, og Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava eitt valevni, ið ikki hevur stillað upp til fólkatingsval áður.

Hjá Framsókn hava øll fimm valevnini, sum stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, stillað upp áður. 

Sí leinki til Valúrslit á Facebook her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946