Tríverk hjá Carli vann M. A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir

Tríverk hjá Carli vann M. A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er júst handað Carl Jóhan Jensen, rithøvunda, fyri tríverki "Sær", "Terningar" og "Vatn"
 
20.10.2022 - 17:25

Síðanii 2017 hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, givið tríggjar skaldsøgur út, sum eru eitt sokallað tríverk, tí tær hanga saman.

"Sær – ein fuglabók av gloymsku" kom út í 2017, "Terningar – søgur av tilvild" kom út í 2019 og "Vatn er ein vátur logi" kom út í 2021.

Nú hevur tríverkið hjá Carl Jóhan Jensen vunnið Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. 


Hetta var fjórðu ferð at Carl Jóhan Jensen fekk eina M. A. Jacobsens virðisløn

 

Tilveran sum eitt elastikk

Dómsnevndin skrivar um tríverkið:

"Skaldsøgurnar lýsa tilveruna “sum eitt elastikk ... spent á tamb og so slept knappliga”. Felags fyri tær eru misjøvn barnaár í skiftandi frásagnarsniði. Ein er fyrsta-persónsskaldsøga, ið ferðast víða í tíð og um støð; ein er fortalt hugarensl hjá einum fullkomiliga tigandi søgupersóni; tann triðja er ein long dement einrøð."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109