Pálshøll er aftur stongd

Pálshøll er aftur stongd
Kommunan skrivar, at arbeitt verður við eini grønari loysn, sum kann hita høllina
Pálshøll í Vági er aftur stongd, tí tað er ikki møguligt at hita høllina. (Mynd: Vágs kommuna)
 
14.10.2022 - 14:56

Pálshøll í Vági er aftur stongd, tí tað er ikki møguligt at hita høllina.

Tað skrivar Vágs býráð á heimasíðuni.

Tí er eingin skúlabarnasvimjing, eingin almenn svimjing, og svimjifelagið, Susvim, venur á Tvøroyri.

Kommunan skrivar, at arbeitt verður við eini grønari loysn, sum kann hita høllina.

Samskifti er við veitarar um at finna loysnir, men tað eru fleiri avbjóðingar, eitt nú við levering og staðseting av orkuloysn.

Hetta er ein sera stór íløga fyri Vágs kommunu, og tí ræður eisini um, at loysnin er bílig í rakstri, so at útreiðslurnar hjá kommununi fyri eitt nú streym og hita ikki vaksa ov nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946