- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt føroyakort frá Námi
Nýtt føroyakort frá Námi
Kortið, sum er til skúlabrúks, er tað einasta, ið hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti
13.10.2022 - 09:35
Nú kemur nýtt føroyakort.
Nám gevur kortið út, og tað er Hans Olof Engberg, kortfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum hevur teknað nýggja kortið.
Broytingin í nýggja kortinum er, at bygt øki er merkt við klárum gulum liti og bøur við grønum. Kortið er eisini teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja.
Til tess at síggja henda neyvleika, er kortið prentað við nýggjastu UV-tøkni hjá Føroyaprenti.
Kortið hevur 1.700 staðarnøvn. Kortstøddin er 120 x 80 cm. og fæst sum plakat.
Kortið, sum er til skúlabrúks, er tað einasta, ið hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV