
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt um semja er um at taka tunnilsgjøldini av

Eftir øllum at døma er ikki semja í samgonguni um at taka tunnilsgjøldini av.
Fyri tveimum døgum síðani hoyrdu vit, at samferðslubólkurin hjá samgonguni og Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, høvdu gjørt semju um, at partafeløgini verða tikin av, og at tað verður ókeypis at koyra í tunlunum.
Heðin Zachariasen, løgtingsmaður.
Á tingsins røðarapalli í gjár segði partamaður hansara í Fólkaflokkinum, Heðin Zachariasen, at verandi skipan virkar væl, og hann endurtók hetta í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður.
Jákup Mikkelsen sigur, at málið hevur verið viðgjørt innanhýsis í longri tíð, og at Heðin Zachariasen hevur fingið okkurt við í avtaluna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag, men hann sigur við Kringvarpið, at málið er til viðgerðar innanhýsis.