- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglakrím eisini staðfest hjá heimafugli
Fuglakrím er nú eisini staðfest hjá heimafugli í Føroyum.
Tað boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá í dag.
Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýn vóru tikin av fuglunum.
Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar við fuglakrími.
Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum.
Staðfest í Havnardali
Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, men hevur higartil ikki verið atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.
Eftir at fuglakrím hevur verið staðfest hjá villum fugli í Føroyum í eina tíð, er tað nú eisini staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali.
Av tí at fuglakrím er so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða tiknir av og beindir burtur. Økið skal vera tómt eitt tíðarskeið, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.