- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur sáttmáli fyri flogmekanikararnar
Nýggjur sáttmáli fyri flogmekanikararnar
Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og hann er sama stigi sum sáttmálin við handverkarafeløgini
06.10.2022 - 14:24
Tá handverkarasáttmálin varð gjørdur í farnu viku, var sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama stigi sum semjan við handverkarafeløgini.
Nýtt samráðingarumfar byrjaði í mai mánaði, tá arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tá varð karmurin eisini lagdur.
Eins og sáttmálin við handverkarasáttmálanum, er sáttmálin við flogmekanikararnar innan fyri karmin.
Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera sáttmála fyri flogmekanikararnar við Føroya Flogteknikarafelag og Føroya Handverkarafelag.
Nýggi sáttmálin kom í gildi 1. oktober í ár, og hann er galdandi í tvey ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV