Biskupur: Ikki neyðugt at flyta valdagin

bannari
Biskupur: Ikki neyðugt at flyta valdagin
Jógvan Fríðriksson skjýtur upp, at gudstænastan, sum plagar at vera um kvøldið, verður flutt til seinnapartin 1. november.
Jógvan Fríðriksson, biskupur.
 
05.10.2022 - 15:56

- Tað er ikki neyðugt at flyta fólkatingsvalið til ein annan dag. 

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú fólkatingsval er útskrivað at vera  1. november, allahalganna dag, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu.

Hann heldur, at tað ber til at flyta gudstænastuna, sum plagar at vera í Dómkirkjuni og í Christianskirkjuni um kvøldið 1. november, til seinnapartin.

Men Jógvan Fríðriksson leggur dent, at vit virða tey, sum eru farin á sjónum, og halda fast við at hava minningarhaldið 1. november.

Hoyr samrøðu við biskup í útvarpstíðindunum:

 

5102022_Biskupur_og_val

 

Sambært lógini um fólkatingsval, er tað ríkisumboðið í Føroyum, sum kunnar føroyingar um, at fólkatingsval verður

Ríkisumboðið kann, sambært lógini um fólkatingval, eisini gera av, um valið í Føroyum skal verða ein annan dag. 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, sigur við útvarpið, at hon arbeiðir við málinum, og hevur ikki tikið avgerð enn.
 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636