Una Joensen nýggjur rektari á Glasi

Una Joensen nýggjur rektari á Glasi
Hon hevur verið virkandi rektari síðani 1. juli
Una Joensen tekur við rektarastarvinum á Glasi beinanvegin.
 
04.10.2022 - 11:34

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi.

Una Joensen er 55 ára gomul og útbúgvin búskaparfrøðingur, cand. oecon, umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið. Eisini hevur hon námsfrøðiliga útbúgving, bæði ástøðiliga og verkliga partin.

Una Joensen hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum.

Hon hevur undirvíst bæði á Føroya Handilsskúla og á Glasi í støddfrøði og altjóða búskapi. Hon hevur viðkomandi leiðsluroyndir eitt nú sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi í nøkur ár.

Síðani 1. juli í ár hevur Una Joensen verið virkandi rektari á Glasi, umframt at hon hevur røkt farloyvisstarvið sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.

Una Joensen byrjar í starvinum sum rektari beinanvegin.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Unu Joensen í útvarpstíðindunum:

 

04102022_Una_Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342