Nato-lond vilja økja stuðulin til Ukraina

Nato-lond vilja økja stuðulin til Ukraina
Ukrainski forsetin hevur óvæntað biðið um limaskap í Nato, men tað verður neyvan í bræði
Øll 30 limalondini skulu taka undir við ukrainskum limaskapi, og tað er lítið, sum bendir á, at landið fær limaskap í bræði.
 
03.10.2022 - 09:26

Ríkisleiðararnir í níggju Nato-londum heita nú á øll 30 limalondini um at økja hernaðarliga stuðulin til Kyiv. 

Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj, boðaði púra óvæntað frá fríggjadagin, at landið biður um limaskap í Nato, og vil hava málið viðgjørt beinanvegin.

Hetta hendi sama dag sum forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, kunngjørdi, at fýra ukrainskir landspartar eru limaðir inn í Russland.

Øll 30 limalondini skulu taka undir við ukrainskum limaskapi, og tað er lítið, sum bendir á, at landið fær limaskap í bræði.

 

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, vil hava limaskap í Nato alt fyri eitt. 

 

At landið longu er í kríggi, ger málið uppaftur torførari.

Stuðulin til Ukraina er tó stórur í teimum níggju londunum í Mið- og eysturevropa. Tey stúra fyri, at Russland kann hótta tey, um russisku deildirnar í Ukraina ikki verða riknar aftur.

Ríkisleiðararnir í Kekkia, Estlandi, Litava, Norðurmakedónia, Montenegro, Póllandi, Rumenia og Slovakia hava skrivað undir áheitanina, skriva NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114