Bretland: Tey ríkastu fáa ikki skattalætta kortini

Bretland: Tey ríkastu fáa ikki skattalætta kortini
Forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin hava hálsað um og siga, at hesin skattlætti hevði órógvað ætlanina at loysa búskaparligu avbjóðingarnar
Kwasi Kwarteng er fíggjarmálaráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.10.2022 - 10:08

Bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwarteng, sigur, at stjórnin broytir ætlanirnar um skattalætta til nøkur av teimum ríkastu í landinum. 

23. september kunngjørdu bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, og Kwasi Kwarteng, fíggjarmálaráðharri, nýggja vakstrarætlan, har tey m.a. ætlaðu, at skatturin hjá teimum, sum forvinna meira enn 150.000 pund um árið - tað eru meira enn 1,2 milliónir krónur, skal minka úr 45 niður í 40 prosent.

Á Twitter skrivar fíggjarmálaráðharrin nú, at tað er vorðið greitt, at skattalættin til tey ríkastu hevði órógvað ætlanir teirra at loysa búskaparligu avbjóðingarnar í Bretlandi, og at tey tí ikki arbeiða víðari við hesum skattalættanum.

- Vit skilja tað, og vit hava lurtað eftir. Hetta ger, at vit kunnu arbeiða málrættað við stóru pørtunum í okkara vakstrarpakka, skrivar Kwasi Kwarteng, fíggjarmálaráðharri, á Twitter.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114