- Tíðindi, mentan og ítróttur
B68 gjørt kubbið í niðurflytingarstríðnum
Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nú endaliga staðfest avgerðina hjá Aganevndin, at døma B36 at tapa dystin móti B68 3-0.
Harvið varðveitir B68 tey trý stignin, sum felagið vann á FSF-skriviborðinum móti B36.
Málið snýr seg um B36-leikara, sum spældi tríggjar dystir sama leikumfar. Hetta er ikki loyvt sambært galdandi reglum, og tí kærdi B68 málið.
B68 tapti annars dystin
B36 vann annars dystin ímóti B68, sum varð spældur í Gundadali 4. september, 3-1.
B36 kærdi dómin til Yvirkærunevndina, sum nú hevur Yvirkærunevndin hjá FSF staðfest avgerðina hjá Aganevndini.
Avgerðin merkir, at stríðið um at umganga niðurflyting er harðnað upp aftur meira.
NSÍ, AB og B68 hava nú øll 21 stig undan 24. umfari, sum verður spælt sunnudagin.