Borgarstjórin tekur alla ábyrgdina

Borgarstjórin tekur alla ábyrgdina
Løgtingsins umboðsmaður gav Runavíkar kommunu álvarsliga átalu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
 
28.09.2022 - 08:26

Runavíkar kommuna tekur til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni um eina kæru um loyvi til at byggja neyst í kommununi.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Hann sigur, at í álitinum hjá Løgtingsins umboðsmanni verður skotið ógviliga breitt um ábyrgdarplasering. 

 

Tekur alla ábyrgd

- Deildir og formenn í nevndum standa fyri skotum, men lat meg gera púra greitt, fyri Guði og monnum, at eg einsamallur sum valdur borgarstjóri og harvið ovasti leiðari fyri umsitingini, taki fulla og treytaleysa ábyrgd á meg hesum málinum viðvíkjandi, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Løgtingsins umboðsmaður gav Runavíkar kommunu álvarsliga átalu fyri handfaringina av umsóknunum um byggiloyvi til neyst, og mælti Runavíkar kommunu til at endurskoða mannagongdir sínar í sambandi við byggimálsviðgerð.

Av tí at umboðsmaðurin helt, at álvarslig mistøk vóru gjørd, vóru formansskapurin í løgtinginum, løgmaður og landsstýrismaðurin í kommunumálum kunnaðir um málið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749