Stórur prísvøkstur í Evropa

Stórur prísvøkstur í Evropa
Størsta inflatiónin er í Estlandi, og hon er minst í Sveis
 
26.09.2022 - 15:04

Inflatiónstølini í Evropa eru gjørd upp fyri august. Tjóðbankin upplýsir, at baltisku londini eru serliga hart rakt av vaksandi inflatión, meðan Sveis liggur í hinum endanum.

Inflatiónin í Estlandi var heili 25,2 prosent í august. Inflatiónin í Letlandi og Litava var ávikavist 21,4 og 21,1 prosent.

Í Sveis var inflatiónin harafturímóti 3,3 prosent.

Kim Blindbæk, sum er búskaparfrøðingur í danska Sydbank, sigur við TV2, at orsøkin til lutfalsligu lágu inflatiónina í Sveis er tann, at sveisiski frankurin er hækkaður nógv mótvegis evruni, og landið hevur ikki tørv á so nógvari innfluttari orku sum onnur evropeisk lond.

Ísland er næstniðast á listanum yvir tey lond, sum høvdu hægstu innflatiónina í august, við 5,5 prosentum.

Í Føroyum verða inflatiónstølini gjørd upp fyri hvønn ársfjórðing. Seinasta uppgerðin vísti, at okkara inflatión frá apríl til juni var góð sjey prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114