Italia fær sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra

Italia fær sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra
Teir tríggir flokkarnir í høgrasamgonguni hava fingið meiriluta í tinginum, og Giorgia Meloni verður helst forsætisráðharri
Alt bendir á, at Giorgia Meloni verður fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Italia.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.09.2022 - 08:16

Nógv bendir á, at ytsti høgravongurin í Italia hevur vunnið tjóðartingsvalið í gjár, og at Italia fær sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra.

Fyribils úrslit vísa, at samgongan við Giorgiu Meloni á odda fær 43 prosent av atkvøðunum, og hevur sostatt meiriluta í tinginum.

Høgrasamgongan fevnir um flokkin hjá Meloni, sum eitur Italsku brøðurnir,  Ligan og Framá Italia.

Flokkurin hjá Giorgiu Meloni, Italsku brøðurnir, fekk 27 prosent av atkvøðunum. 

 

Arbeiða fyri øll í landinum

Giorgia Meloni sigur, at hon ætlar at standa á odda fyri nýggju stjórnini í Italia, og at hon fer at arbeiða fyri øll í landinum.

- Fólkið í Italia er komið við greiðum boðskapi um, at tey vilja hava Italsku brøðurnar at leiða landið, segði Meloni í nátt.

Sosialdemokratiski PD-flokkurin viðurkennir, at hann hevur tapt valið. 

 

Silvio Berlusconi, formaður í Framá Italia, á vali í gjár. Flokkur hansara er við í høgrasamgonguni, sum vann valið. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Dapurt úrslit

- Hetta er eitt dapurt kvøld fyri landið, sigur Debora Serra-cchiani í PD-flokkinum í fyrstu viðmerking til valúrslitið, skrivar Reuters.

- Høgravongurin hevur meirilutan í tinginum, men ikki í landinum, sigur Debora Serra-cchiani.

Nú skal forsetin gera av, hvør fær møguleikan at skipa stjórn, men  lítil ivi er um, at talan verður um mest høgravendu stjórnina í Italia síðani seinna heimsbardaga.

Vallutøkan var óvanliga lítil, bara 64 prosent, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114