- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava goldið ov nógv fyri skeið
Bæði sjófólk og skúlanæmingar hava goldið ov nógv fyri skeið um trygd á sjónum.
Tað sæst í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini fyri landsroknskapin fyri í fjør.
Landsgrannskoðanin vísir á, at Sjónám og Vinnuháskúlin hava ikki hildið seg til skeiðsgjaldið, sum er ásett eftir kunngerð.
Sambært kunngerðini skal gjaldið vera í mesta lagi 2.500 kr. fyri skúlanæmingar og í mesta lagi 4.000 kr., fyri sjófólk.
Vinnuháskúlin hevur tikið ávikavist 3.250 og 6.500 kr., fyri skeiðini, ávikavist 1.250 og 2.500 kr., meir, enn hann átti.
Vinnuháskúlin hevur eisini tikið meira fyri skeiðini, enn hann átti, sigur Landsgransskoðanin.
Torført at finna luttakararnar
Sagt verður í frágreiðingini, at Vinnuháskúlin skal gjalda skeiðsluttakarunum ov nógv kravda skeiðspeningin aftur, men sambært skúlanum hava tey havt trupult við at finna fram til, hvørjir skeiðsluttakararnir eru, tí er peningur settur av til tað.
Skúlin arbeiðir framvegis við at loysa málið, og samskiftir við Uttanríkis- og mentamálaráðið um tað.
Í august kunnaði landsstýrismaðurin Landsgrannskoðanina um, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tikið málið um skeiðsgjøldini upp til nýggja viðgerð, men enn ber ikki til at siga, nær komið verður víðari í málinum, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini.