Vil ikki halda fram í Etiska ráðnum

Vil ikki halda fram í Etiska ráðnum
Ann Danielsen, sum var vald aftur í ráðið, hevur boðað frá, at hon heldur ikki fram
Ann Danielsen gevst í Etiska ráðnum.
 
22.09.2022 - 11:48

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal velja ein nýggjan lim í Etiska ráðið. 

Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum, sum var ein av teimum trimum limunum, sum kundi halda fram í ráðnum, upplýsti í skrivi til ráðið fyrradagin, at hon vil ikki halda fram í ráðnum. 

Í grundgevingini skrivar hon, at manglandi virðingin fyri fráfarandi forkvinnuni, Annu Mette Greve Klemensen, og tað, at hon ongantíð sjálv er spurd, um hon vil halda fram, eru millum orsøkirnar til avgerðina. 

Valið hevur kortini einki við nýggju limirnar í ráðnum at gera. 

Ann Danielsen skrivar, at hon frammanundan var í iva, um hon skuldi taka við møguligum afturvali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881