Russiskir menn flýggja av landinum

Russiskir menn flýggja av landinum
Teir vilja sleppa undan at verða boðsendir í herin at kríggjast í Ukraina
Seinastu dagarnar eru nógvir russar flýddir av landinum, og nú frættist, at russiskir menn í hópatali flýggja av landinum, tí teir stúra fyri at verða boðsendir í herin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.09.2022 - 15:46

Russiskir menn í hópatali flýggja av landinum, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, í gjár gav boð um, at 300.000 menn skulu boðsendast í herin at fara í kríggj í Ukraina.

Sambært BBC,  eru langar røðir av monnum, sum hava bíðað í fleiri tímar, eftir at sleppa um markið til Georgia. Georgia er eitt av fáu londunum, sum enn lata russar sleppa um markið uttan visum.

BBC veit at siga, at umleið 140.000 russar eru farnir um markið til Georgia,  síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar.

Dmitry Peskov, talsmaður hjá stjórnini í Kreml, sigur sambært BBC, tað er at gera alt ov nógv av, tá sagt verður, at so nógvir russar eru flýddir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114