- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri Trygging 40 milliónir í halli fyrra hálvár
Fyrra hálvár í ár royndist munandi verri hjá Betri Trygging, enn fyrra hálvár í fjør.
Í ár var talan um 40 milliónir kr. í halli, afturímóti 52 milliónir kr. í avlopi í fjør, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Ferð er komin á aftur samfelagið, og tí vóru skaðarnir nógv fleiri í ár enn í fjør.
Tveir stórir skaðar vóru í vár, meðan eingin stórur skaði var í fjør.
Fyrra hálvár í ár vóru yvir 6.000 skaðar, næstan túsund fleiri enn fyrra hálvár í fjør.
Rindaðu 142 mió. fyri skaðar
Fyrra hálvár í ár vóru 142 milliónir kr. rindaðar fyri skaðar, samanborið við góðar 100 milliónir kr. fyrra hálvár í fjør.
Tryggingarinntøkurnar eru størri í ár, 232 milliónir kr. fyrra hálvár, samanborið til 218 milliónir kr. fyrra hálvár í fjør.
Solvensurin er 313 prosent, í fjør var hann 278 prosent.
Ingunn Eiriksdóttir er forstjóri í Betri Trygging.
Tvíbýtt úrslit
- Vit kunnu siga, at hálvársroknskapurin vísir tvíbýtt úrslit. Hóast íløgurnar í løtuni geva undirskot, er tryggingartekniska úrslitið gott, og vit hava sterkt og væl rikið felag. Solvensurin er hækkaður síðani í fjør, tí álitið á felagið er gott, bæði innanlands og uttanlands, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.