Einvegis ferðaseðlar úr Russlandi útseldir

Einvegis ferðaseðlar úr Russlandi útseldir
Talsfólkið í Kreml vil ikki svara spurningum frá journalistum, um russiska markið verður stongt, fyri at forða fólki at rýma undan herbúgvingini.
Gravgangur er eftir at fáa einvegis ferðaseðil loftvegis úr Moskva. (Savnsmynd)
 
21.09.2022 - 14:34

Einvegis ferðaseðlar úr Russland eru í dag útseldir, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, í morgun boðaði frá, at hann styrkir russisku deildinar í landinum.

Tað skrivar Reuters, sum hevur kannað tøl frá Aviasales, sum er størsta russiska leitiskipanin eftir flogferðum.

Dátur frá Google Trends vísa stóran vøkstur í leitingum á Aviasales.

Beinleiðis flogferðir úr Moskva til Istanbul í Turkalandi og Jerevan í Armenia, har russarar ikki skulu hava innferðaloyvi, vóru útseldar í dag, vísa dátur frá Aviasales. Eisini flogferðir við millumlendingum, eitt nú úr Moskva til Tblisi, eru útseldar. 

 

Dmitrij Peskov er talsmaður hjá Putin, forseta. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

35.000 kr.

Flogferðir úr Moskva til Dubai kosta nú 300.000 rublar, meira enn 35.000 krónur, og tað er, sambært Reuters, fimm ferðir miðallønina hjá russarum.

Talsfólkið í Kreml, Dmitrij Peskov, vil ikki svara spurningum frá journalistum, um russiska markið verður stongt, fyri at forða fólki at rýma undan herbúgvingini.

Óhefta russiska heimasíðan Holod hevur vegleiðing um, hvussu russarar kunnu sleppa úr landinum fyri at sleppa undan at gera hertænastu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Fríggjadag 14. februar
Tú manst vita frá mongum at siga
187794
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616