![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2020-09-07-15h50m35s194.png?itok=ht-1rVo7)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-aðalfundurin byrjar í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/st_1.jpg?itok=kV0KKOti)
Aðalfundurin í ST byrjar í New York í dag. Talan er um 77. aðalfundin, og lítil ivi er um, at russiska innrásin í Ukraina fer at mynda aðalfundin, sigur tíðindamaðurin hjá DR, Steffen Gram.
ST er undir trýsti, tí stovnurin hevur ikki verið førur fyri at steðga krígnum í Ukraina, og heimsins lond mugu viðganga, at alt tað góða, sum ST eftir ætlan skuldi fremja, hevur ikki borið á mál.
Tvørturímóti eru tað nógv, sum halda, at talan er um afturstig hjá ST.
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.
Tikið fyri givið
- Ólógliga russiska innrásin í Ukraina, hevur mint okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at standa saman um virðini í ST, sum vit alt ov leingi hava tikið fyri givið, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod.
Hann vísir á, at hóast Danmark er lítið land, so kann tað ávirka onnur lond á demokratisku leiðini. Tí fer Danmark at royna at fáa sess í trygdarráðnum hjá ST í 2025 og í 2026, sigur Jeppe Kofod.
Roknað verður eisini við, at Russland fer at koma undir trýst á aðalfundinum í ST, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina.
Fordøma innrásina
Tað verður gjørt við, at heimsins lond fara at finnast hvassliga at Russlandi og fordøma innrásina.
Skuldsetingarnar um russisk krígsbrotsverk í Ukraina fara heldur ikki aftur við borðinum, sigur Steffen Gram.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er í New York, og hann verður við, tá ið aðalfundurin í ST byrjar í dag.