- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ulf Kristersson roynir nú at skipa stjórn í Svøríki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kristersson_og_norlen.jpg?itok=AY_VwpjX)
Formaðurin í Moderata flokkinum í Svøríki hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Svøríki, skriva svenska tíðindastovan, TT, og Ritzau.
Formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, hevur heitt á Ulf Kristersson um fara undir stjórnartingingar.
Flokkarnir á bláa veingi vunnu ríkisdagsvalið, og hóast Moderati flokkurin gjørdist minni enn Svøríkisdemokratarnir, var roknað við, at Ulf Kristersson fór at fáa møguleikan at skipa borgarliga stjórn.
Liberali flokkurin, sum hoyrir til bláa veingin, hevur sagt, at hann er ímóti, at Svøríkisdemokratarnir koma upp í stjórnina.
Ulf Kristersson hevur seinastu dagarnar loddað dýpið hjá hinum borgarligu flokkunum, og hann sigur, at samráðingarnar hava gingið væl.