- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar tilgongdin at skipa stjórn í Svøríki
Fyrrapartin fer formaðurin í svenska ríksidegnum, Andreas Norlén, undir tilgongdina at skipa stjórn.
Hann skal tosa við allar floksleiðararnar hvør sær, og síðani leggur hann fram uppskot um nýggjan forsætisráðharra.
Eftir ætlan hevur formaðurin í ríkisdegnum tíðindafund kl. 13.30 í dag, har hann greiðir frá, hvussu samrøðurnar við floksleiðararnar hava gingið.
Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis á heimasíðuni hjá SVT.
Gongur væl
Politisku flokkarnir hava verið fámæltir, og tað kann vera ábending um, at samstarvið millum flokkarnar gongur væl, sigur politiski viðmerkjarin hjá svenska kringvarpinum, Karolina Skoglund.
Hon sigur, at tað er lítið sannlíkt, at tað fer at taka líka drúgva tíð at skipa stjórn sum í 2018, serliga tí tvey greið alternativ eru nú.
- Munurin er, at tá broyttu flokkarnir nærum hugsan í beinleiðis sending í sjónvarpi. Nú eru tveir greiðir møguleikar, og tí fer tað at ganga skjótari. Men tað merkir ikki, at tað verður lættari, sigur hon.
Hon væntar, at Ulf Kristersson verður í uppskoti at gerast forsætisráðharri.
- Alt bendir á, at Kristersson fær fyrsta høvið at skipa stjórn. Men um tað fer at eydnast honum, er ein annar spurningur, sigur Karolina Skoglund, politiskur viðmerkjari hjá SVT.
Borgarligu flokkarnir vunnu ríkisdagsvalið í Svøríki, og alt bendir á, at Ulf Kristersson úr Moderata flokkinum verður forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Kanska formansval
Í sambandi við, at ríkisdagurin verður settur 27. september, kann formaðurin leggja fram sítt uppskot um nýggjan forsætisráðharra.
Dagin fyri skal ríkisdagurin gera av, hvør skal taka við sum formaður í ríkisdegnum, um Andreas Norlén leggur frá sær.
Í løtuni er ikki greitt, um neyðugt verður at velja nýggjan formann.